Vælkomin til Góðalív á Hilton
 

Mestur eru nógv forvitin eftir at vita, hvussu nýggja stásiliga Hilton Garden Inn er.

 

Tey fyrstu, sum fáa sjón fyri søgn, eru tú og aðrar góðir sólorkugestir. Tá hotellið letur upp, verður tað í samstarvi við Sólorku.

 

Hilton-stjórin Martin og hansara fólk standa tá til reiðar at bjóða tær innar, og Sólorka er til reiðar at bjóða tær mangt av tí, sum gestir okkara eru vanir við.

 

Vit hava festlig tiltøk, fimleik og annað mangt. Vaglið letur sum vant upp kl. 18 við framløgum, undirhaldi, tónleiki og sangi, og hvørt kvøld ber til at hittast í Sólorkuklubbanum.

 

Góðalív er ein partur av eini skipaðara upplating av ferðing í egnum landi. Tiltøkini verða framd eftir ráðføring við okkara fremstu heilsufakligu serfrøði.

Vit kunngera neyva tíðarskeiðið, prísirnar, innihaldið o.a. seinni
 

Hjartaliga vælkomin!
Unn & Tróndur

solorka@solorka.com    tel. 221090                       

Summar 

       í

Føroyum

IKON-HAVN.jpg

Góðalív í Havn

Trýst á brosjúrurnar omanfyri, og les eisini treytir í Føroyum.

© 2023 by Sólorka